Nú er ein mánaði fráliðin síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði. Tveir sendarar virka enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hvørjum øðrum, og hava síðan ferðast ymsar leiðir, sí mynd.
Eini springarin fór fyrst norð um Føroyar, men fór síðan suður um oyggjarnar, í økið við Bankaryggin, eystur av Føroyabanka, har hann var rættiliga støðufastur. Seinastu dagarnar hevur hesin springarin ferðast norður gjøgnum Hetlandsrennuna og eisini eystur móti Hetlandi. Hann er nú í hellingini eystaru megin Hetlandsrennuna, inni í bretskum sjógvi.
Hin springarin ferðaðist rættiliga miðvíst suður á 59 breiddarstig, haðani hann snaraði vestureftir, ímóti Íslandsdýpinum, fyri síðan at venda norður ímóti Íslandsrygginum. Har hevur hann hildið til seinastu tríggjar vikurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald