Nú ber aftur til at gerast partur av FarGen-verkætlanini hjá Ílegusavninum, sum mennir ein pall fyri ílegugransking í Føroyum. FarGen 2 víðkar verandi verkætlan við at bjóða 3.500 luttakarum afturat við umframt at savna inn fleiri dátur, og higartil eru um 460 fólk komin við. Málið við FarGen er framvegis at savna tilfar og fáa kanningar í lag, sum kunnu menna persónlagað medisin í Føroyum. Persónlagað medisin byggir á vitan um ílegurnar hjá tí einstaka, umhvørvi og lívsstíl, og letur upp fyri at málrætta viðgerðina til einstaka sjúklingin.
FarGen 2 hevur trý ítøkilig mál:
- At kanna fýra ymsar sjúkur við høgum títtleika í Føroyum: Diabetes, blóðtrýst, tarmbrunasjúku og ávísar giktarsjúkur (spondylartropati).
- At halda fram at menna eitt føroyskt tilvísingargenom, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum.
- At kanna, hvussu tætt skyldir føroyingar eru í dag og fáa kunnleika um søguna hjá føroysku búfjøldini.
FarGen 2 er eitt samstarv millum Ílegusavnið, Sjúkrahúsverkið, Københavns Universitet, Ríkissjúkrahúsið og amerikansku fyritøkuna, Variant Bio. Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari, fegnast um samstarvið: “Okkara samstarvsfelagar hava stóra vitan og hollar royndir innan ílegugransking og búfjøldarílegufrøði (populatiónsgenetikk), sum gagna endamálinum við FarGen. Harumframt veita tey fígging, sum ger tað møguligt at útbyggja okkara dátugrundarlag munandi og harvið at flyta FarGen eitt stórt stig fram á leiðini móti persónlagaðum medisini”.
Variant Bio hevur serligan áhuga fyri gransking í búfjøldum við serstøkum heilsueyðkennum og einum ílegufrøðiligum bygnaði, sum letur upp fyri ávísum granskingarmøguleikum. Kaja Wasik, granskingarleiðari hjá Variant Bio, sigur: “Søgan hjá føroyska fólkinum við landafrøðiligari avbyrging og avmarkaðari tilflyting í øldir ger, at føroyingar hóska sera væl til tað slagið av gransking, vit fáast við. Hesi viðurskifti gera, at føroyingar hava rættiliga eins ílegubakgrund, og vit síggja lutfalsliga høgan títtleika av ávísum sjúkum, meðan aðrar sjúkur als ikki finnast her, og tað økir m.a. hagfrøðisligu styrkina í granskingini”.
Fyrstu luttakararnir gjørdust partur av FarGen í sept. 2016, og málið við fyrsta stigi varð rokkið við 1.500 luttakarum í 2018. Við FarGen 2 er ætlanin sostatt at røkka tilsamans 5.000 luttakarum. FarGen hevur høli í Havn og í Klaksvík, har luttakarar kunnu møta til kanningar, men vitjað verður eisini kring landið, og í komandi viku verða kanningar gjørdar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Meira kunning fæst á www.fargen.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald