Kórið er eitt sera virkið kór, ið luttekur nógv í tí heimliga. Men umleið annað ella triðjahvørt ár skipar kórið fyri einum kórtúri, og hesaferð gongur leiðin til Skotlands, har eftirhondini í Føroyum vælkendi Michael Bawtree fer at hava verkstovu við Eystanljóð. Bawtree hevur heilar seks ferðir verið í Føroyum og arbeitt við kóri, og m.a. hevur hann verið kórleiðari á tveimum teimum seinastu kórstevnunum og tað er har áhugin hjá kórinum er kveiktur at arbeiða meira saman við Bawtree.
Eystaljóð fer umframt at luttaka á kórverkstovuni hjá Bawtree eisini at hava konsert í kirkjuni St. Margaret’s Scottish Episcopal Church leygardagin kl. 17.30. Á skránni verður serliga tilfar, ið er vænt á verkstovuni. Tilfarið fevnir bæði um føroysk og ensk kórverk. Sunnudagin kl.10.30 syngur kórið til Gudstænastu í somu kirkjuni saman við kórsangarum hjá Michael Bawtree. Kl. 19 sunnukvøldið er kórið við verkætlan har kantata 104 og kantata 146 hjá Bach verða framførdar við orkestri. Hendan konsertin verður í Glasgow Cathedral.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald