Í vetur fer Kringvarp Føroya at taka upp aðru sesong av heimildarrøðini Sært tú meg?. Tí leita vit eftir ungum, sum hava okkurt upp á hjarta. Ung, sum bæði vilja og tora at seta orð á tankar og kenslur. Vit leita eftir tær, sum ikki er bangin fyri at vísa tínar skeivleikar. Tú, sum ikki ert bangin at flenna eftir tær sjálvum/sjálvari. Og vit leita eftir tær, hvørs rødd kennist óhoyrd.
Fyri at melda til, skalt tú í stuttum greiða eitt sindur frá um teg. Hvør tú ert, hvat tú gert, og hvørjir dreymar tú hevur. Tú meldar til við at fylla teigarnar á leinkju niðanfyri út. Vit biðja teg eisini um at senda okkum nakrar livandi sjálvsmyndir. Fyri okkum hevur tað týdning at síggja teg, meðan tú filmar teg sjálvan. Bæði so vit fáa ein hóming av, hvør tú ert, men eisini tí sjálvsupptøkur eru týðandi partar av sendingini.
Tú meldar til her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald