Mentan

Erika Kjærbæk helt nýggjársrøðu í Sørvági

Røðan ið Erika Kjærbæk bar fram á nýggjárinum í Dansistovuni í Sørvági

2023-01-02 10:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Góðu sørvingar og øll, ið lýða á.

Gott nýggjár – og hjartaliga takk fyri møguleikan, eg havi fingið at bera fram røðu her í nátt.

Nú eru vit longu komin uml. 1 tíma inn í nýggja árið – og vit skriva 2023.

Eg havi í røðandi stund longu verið her vesturi í nøkur ár. Havi starvast í Sørvágs skúla. Ja! Hetta er mítt fimta ár. Tíðin rennur – onkuntíð kennist tað sum um, hon rennur undan.


Eg havi alt mítt lív havt serligan alsk til hesa bygdina. Eg havi ferðast her sum barn. Spælt í ánni og á sandinum, svomið í hylinum uppi í Hornaskotið......... Eg haldi meg vera hepnað, at eg kundi koma higar, bæði sum barn, ung og nú búgva her sum vaksin.

Eg plagdi, at ferðast til Heina mammubeiggja og til Karin abbasysti. Hjá Heina hevði eg tað gott, spældi við systkinabørnini. Minnist serliga eitt, vit sluppu at leiga eina videomaskinu úr Radiohandlinum, tað var fyrstu ferð eg sá Pinocchio. Abbasysti forkelaði meg yvir háls og herðar. Hon var so ómetaliga fjálg og umsorganarfull. Ja, minnini frá tí tíðini eru góð.

Mínir forfedrar frá báðum síðum eru herfrá. Margretha og Kristina í Lágabø giftist báðar til Sumbiara. Margretha var langomma mín. Pápi mín, Svenning Kjærbæk, fór eisini sum 16 ára gamalur við Jógvan Eliasi Thomsen, hann var við hesum trolaranum í 6 ár - frá 1966-1971. Síðani sigldi hann 1 ár við Hammershaimb, hetta var í 1976. Pápi mín hevur bara gott at bera vágafólki.

Langabbi og -omma, ið búðu í Sørvági, itu Heini í Húsi og Valborg, vanliga nevnd Vallan. Abbi mín, Leon Heinesen er uppvaksin her -og eg havi hoyrt hann siga frá um barndómin, -og hvussu tað var at búleikast her. Abbi hevur vitjað dúgliga gjøgnum árini, gjørdi sær neystið í stand, so lættari var at koma vestur. Hann tók meg ofta við sær, eisini vestur í Mykines. Mamma, Helena, flutti suður í 1970, hon gekk annars í skúla í Sørvági, og úti í Mykinesi. Tey búðu úti í Hólminum í nøkur ár. Henni longdist illa vestur aftur tey fyrstu árini har suðuri.

Tá abbi, omma, mamma og Jákup fluttu suður, var tað til Akrabyrgis, har havi eg traðkað mínar barnaskógvar. Tað kann møguliga hugsast, at fólk halda, at har mátti vera einsligt, men so var ikki. Vit høvdu seyð, hund, kettu, hest, høsn og kráku – eg keddi meg ikki eina løtu. Seinni fluttu vit til Vágs, omma og abbi fluttu tá til Havnar – omma doyði av krabba í 1980. Abbi giftist Karen, tey búgva enn í Havn.

Sørvingar, og tey, ið búleikast her kunnu vera errin. Bygdin er ment ein heilan hóp. Er fríðkað og fólkið, ið her býr er merkt av eldhugi, hegni – ja, einum vilja av stáli.

Økið niðri á Stakka er sera væl frágingið, har eru møguleikar, ið øll hava gleði av.

Countryfestivalurin er ein sólskinssøga, nógvir føroyingar hava vitjað hann, og elska tað. Gott at eiga virkisfýsnar eldsálir í bygdini. Eg má líka nevna Gamla skúla, ið er eitt tað besta konserthølið í Føroyum.

Bygdin er í síni heild vøkur og hugnalig og fyri ikki at tosa um sólseturnir, ið vit hava gleði av at njóta, tað er fantastiskt.

Vit eru heppin, at hava flogvøllin her. Ikki bert, tí hann gevur arbeiði til nógvar hendur, men eg havi ið hvussu er ongantíð havt so stuttan veg, tá eg skal á flog – og tað er ein stórur lætti. Mátti ofta har suðuri frá dagin áðrenn, tí man tordi ikki at taka nakran kjans.

Eg søkti arbeiði her vesturi aftaná 18 ár sum lærari úti á Argjum, ja tit kenna orsøkina – og eg minnist, tá Eyð vísti mær skúlan, hvussu vakran og fjálgan eg helt hann vera, og tað haldi eg enn. Elski eisini fríggjamorgnarnar, tá tey eldru savnast í skúlanum. Latið okkum øll, fevna um skúlan, har okkara børn og fleiri onnur hava sína dagligu gongd.

Í dag búgvi eg á vakrasta bletti í Sørvági – Anvør og Hanneba búðu har , tey eru farin yvirum sýnina – tvey deilig menniskju havi eg latið mær fortalt. Gloymi ikki fyrstu ferð, eg kom inn í húsið. Eg gjørdist so rørd, tí har valdaði ein friður omanfyri tað vanliga – vildi ynskt, at eg var komin at kenna tey.


Holgar skrivaði mammu síni ein vakran sang, har er okkurt, ið eg væl kann liva meg inn í:

Á sandinum mangt dýrbært minni fjalt.

Har brotasjógvar skola yvir alt.

Er veruleikin kanska goymdur har?

Man tárið falla, er tað kanska nær.


Við kirkjugarðsins hvíta fjálga lið,

har troyttar lagnur finna sálarfrið.

Har farnir vinir sova sælan blund.

Ein dag vit aftur seta teimum fund.


Nú er nýggjár, og vit byrja eitt nýtt ár, kanska eina nýggja byrjan. Fleiri okkara halda, at vit kunnu broyta okkara lív til nakað betri. Vit geva ymisk nýggjárslyfti, eisini eg havi roynt tað, men eri givin, tí tað einasta eg veit er, at tað klári eg ikki at halda.

Sum dømi um nýggjárslyfti kann eg nevna hesi:

· Eg skal missa nøkur kg

· Eg fari at venja

· Eg fari at leggja mær pening til síðis hvønn mðr.


Eg veit eisini, at tað er ikki nýggjárið ella nýggjárslyfti, ið broyta okkara hugsunar- ella livihátt.

Sum vit gerast eldri, fækkast nýggjárslyftini, tí tað man veruliga ynskir sær, ikki kann keypast fyri pening.


Um tú veruliga ynskir broyting, so er tað eitt ting, ið tú veruliga kanst gera, eitt ið veruliga ger mun.

Sig steðga!

· Steðga við umberingum, ger tað tú ynskir tað, ið hvussu er um tað er eitthvørt gott.

· Steðga við at hugsa, hvat tú kundi gjørt betur.

· Fyrigev tær sjálvum og øðrum.


HYGG-

Frameftir, fyri at vita hvagar tú skalt.

Aftureftir, fyri at minnast hvaðani tú kemur.

Niðureftir, fyri ikki at traðka á nakran.

Og til síðis, fyri at síggja, hvør er við tína lið í svárum sum í góðum tíðum.

Og uppeftir til Hansara, ið øllum valdar, haðani hjálpin kemur.


Eg takki tykkum fyri, at tit hava tikið so væl ímóti mær, eg stórtrívist her.

Fari at enda við kendu orðum Mahatma Gandhi: Har kærleiki er, har er lív.

-Kærleika havi eg fingið í ríkiligum máti her í Sørvági.

-Og kanska eri eg meira sørvingur enn fleiri tykkara.

Enn einaferð takk fyri møguleikan, - og eg ynski tykkum øllum Harrans signing í komandi ári.


Takk fyri vh Erika Kjærbæk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder