2023-12-13 07:00
Hetta verður 30. desembur í Blábar. Konsertin er fyrsta almenna framførslan hjá MC-Hár í meira enn tvey ár.
Hóast bólkurin skjótt fyllir 33 ár, so hevur hann øll árini spælt konsertir javnan. Tí føldu limirnir, at tíðin var komin at aftur fara á pall, áðrenn 2023 fór afturum.
Langa hárið er skift út við friseraðar og berar skallar, men tónleikurin er enn hin sami riffbaseraði rapprokkur, ið hevur borið bólkin fram øll árini, og sum hvørja ferð savnar trúfastu fjeppararnar, og sum ikki heilt sjáldan endar við einum regulerum yvirkroppaballi.
Manningin hevur verið tann sama í yvir 20 ár, og telur hon nakrar av okkara royndastu og dugnaligastu tónleikarum.
Niels Uni Dam á rappi og Rókur Jákupsson á sangi verða væl stuðlaðir av trygga botninum hjá Rana Hammershaimb Christiansen og Hera Reynheim. Teir báðir gittarleikararnir, Jens V. Jakobsen og Jonas Bloch Danielsen, syrgja fyri, at vit ongantíð gloyma at bólkurin er eitt barn av nítiárunum, og Tróndur Bogason skapar sínar garrvillu ljóðmyndir á tangentunum.
Gamaní er nógv voks farið í hárið síðan MC-Hár debuteraði við einari spontanari framførslu á Ebenezertrappuni 16. februar í 1991. Ella síðan bólkurin spældi sína fyrstu ólavsøkukonsert 27. juli í 1992, gav lagið Symphony of Irony út í 1996, heildarútgávuna "Framvegis uttan vit" í 1998, gjørdist nummar trý í Prix Føroyum í 1999 og gav EP'ina "Burn Me" út sama ár, og headlineaði fyrsta G! Festivalin í 2002. Men at døma eftir seinastu framførsluni á Vestmannadøgum í 2021, so er bólkurin betri enn nakrantíð.
Atgongumerki í sera avmarkaðari nøgd fáast nú á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald