Týsdagin 25. apríl kl. 16.00 verður flaggdagshald í ítróttarhøllini á Giljanesi.
Sum vant, verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes.
Byrjað verður at ganga frá bygdaskúlanum í Miðvági kl. 15.40, og frá Virkishúsinum við ánna í Sandavági kl. 15.40.
Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri skrúðgonguni.
Vónandi møta ítróttarfeløg og onnur fjølment til skrúðgonguna.
Í høllini bjóðar borgarstjórin, Bjarni Prior, vælkomin. Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti, heldur flaggrøðuna og Sørvágs tónleikarafelag spælir.
Kvøldskúlaframsýning verður eisini flaggdagin.
Vevingin sýnir fram í Gamla skúla í Sandavági. Hinar lærugreinarnar sýna fram í fimleikahøllini á Giljanesi.
Framsýningarnar hava opið frá kl. 15.00 til kl. 18.30.
Aftaná flaggdagshaldið syngur Vágakórið, og gittarnæmingar hjá Holgari Jacobsen framføra.
Skótarnir selja kaffi/te, vaflur og køku.
SØRVÁGUR.
Flaggdagshaldið í Sørvági verður kl. 14, eisini í Sørvági heldur Elin Heðinsdóttir Joensen flaggrøðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald