2024-02-26 23:25
Eldraráðið í Vágum saman við Vága Pensjónistafelag hevur nakrar ferðir í seinastuni bjóðað eldri til morgunmat, og hetta hevur verið væl vitjað.
Nú mikumorgunin, 28. februar kl 11 verður aftur boðið til morgunmat; hesaferð í Meinigheitshúsinum Saron í Sandavági. Tá verður eisini hugnaløta, har høvi er at sita við stokkum, fáa eitt gott prát, syngja og hoyra søgu. Tit kunnu taka eina 20 kr. við.
Øll eldri eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald