Mentan

Ekkó ferðast um alt landið aftur í ár

Aftur í ár fer ungdómstiltakið Ekkó runt um alt landið í gjøgnum heystferiuna. Ekkó er í ár í seks ymiskum hallum runt um í Føroyum. Tiltakið byrjar í Salt í Suðuroy mánakvøldið 9. Oktobur, týskvøldið er tað í Brúnni í Sandoy, mikukvøldið í høllini á Giljanesi, hóskvøldið í høllini á Kambsdali, fríggjakvøldið í høllini í Hoyvík, og so endar tiltakið í Badmintonhøllini í Klaksvík leygarkvøldið.

2023-10-07 10:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Ekkó er eitt ungdómstiltak, sum fleiri samkomur runt um í Føroyum standa saman um, og skipa fyri. Endamálið við tiltakinum er at geva ungum runt um í øllum landinum eina uppliving fyri lívið. Í hvørjari høll verður stórur pallur settur upp, og verður nógv gjørt burturúr fyri at geva teimum ungu eina so góða uppliving sum gjørligt. Ein væl samansettur tónleikabólkur er gjørdur til tiltakið, sum ferðast saman við restini av toyminum runt um alt landið, og eitt gott orð verður givið teimum ungu við á vegnum.


Tiltakið er ókeypis, og øll ung í øllum landinum eru bjóðað at koma við til Ekkó 2023. Øll tiltøkini byrja kl.20:00. 


Skráin:

Mánakvøldið 9. Okt. Kl.20: Salt, Suðuroy

Týskvøldið 10. Okt. Kl.20: Brúgvin, Sandoy

Mikukvøldið 11. Okt. Kl.20: Giljanes, Vágar

Hóskvøldið 12. Okt. Kl.20: Høllin á Kambsdali

Fríggjakvøldið 13. Okt. Kl.20: Hoyvíkshøllin


Leygarkvøldið 14. Okt. Kl.20: Badmintonhøllin í Klaksvík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder