Her er eitt annað undur, sum vit eru so eydnusom at sleppa at uppliva í okkara lívstíð:
Eitt hitt mætasta listafólkið, ið nakrantíð hevur livað, gongur, fyri tað ikki skal vera lygn, ímillum okkum beint nú. Mínar dámur og harrar, talan er um Eivör! Songkvinnuna, sum uttan líka kann rúnarbinda eina og hvörja fólkamongd við síni heilt einastandandi nærveru á einum palli.
Í meira enn tjúgu ár hevur hendan stórbara songröddin ferðast kring jörðina við sínum framförslum, og hvört ár tekur hon sær tíð at framföra á G! Hettar eru vit sera takksom fyri, og vit gleða okkum kanska serliga nógv í ár, tí nýtt tilfar er ávegis, sum vit ivaleyst sleppa at hoyra.
Kom og hoyr undrið úr Syðrugötu, Eivör, tá ið hon fer at framföra fyri okkum á G! 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald