Tá Jógvan Olsen á Toftum var landsstýrismaður, stríddist samgongan við eitt ráfiskabýti. Hann helt stóra trupulleikan vera, hvussu kapping fekst millum keypararnar. Teir royndu við einum uppskoti, men tað fekk ikki undirtøku. Pauli Ellefsen var ímóti og segði seg frá sum floksformaður.
Landsstýrismaðurin Óli Jacobsen lurtaði ikki eftir stjórnarleiðaranum Nyrup Rasmussen um inntøkutrygd fiskimanna. Stjórnin kravdi, at inntøkutrygdin varð skerd. Men í sáttmálanum hjá Fiskimannafelagnum stóð, at lønin kundi ikki versna í sáttmálaskeiðnum. Brævaskiftið millum Óla og Nyrup var drúgt og stundum hart, men til endans vann Óli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald