Annað

Ein tikin fyri narkokoyring

Ein var tikin fyri narkokoyring í Leirvík í nátt

2025-01-28 07:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stutt eftir midnátt tók løgreglan ein bilførara í Leirvík, og var viðkomandi ávirkaður av rúsevnum. Hann var koyrdur norð á Klaksvíkar sjúkrahús har blóðroynd var tikin.

Viðkomandi er skuldsettur fyri narkokoyring, og ikki at hava rætt til at koyra bil tí hann hevur mist koyrikortið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder