Á tiltakinum luttaka kokkar og matfólk úr øllum landinum, umframt gestakokkar úr grannalondum, og frá ovast í Tórsgøtu til niðast í Vágsbotni vera serstakar matoyggjar, har gestirnir kunnu smakka alskyns brellbitar úr sjónum.
Endamálið við afturvendandi tiltakinum er at seta sjóneykuna á virðismikla sjótilfeingið, og talan verður um alskyns nýveidd fiskasløg eftir árstíð.
Umframt leskiligu matupplivingarnar, verður hugfjálgur tónleikur á skránni, og bjóðað verður til góðar matløtur fyri fólk í øllum aldri.
Tiltakið byggir á sjálvboðið arbeiði og vælvild frá vinnuni, og allar matupplivingarnar á degnum eru ókeypis.
Ein dagur á grynnuni byrjar kl. 11.00, og tiltakið endar kl. 17.00.
Meira kunning um dagin og skránna verður tøk á facebooksíðuni hjá tiltakinum: Ein dagur á grynnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald