Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni er altíð fyrsta sunnudag í juli. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.
Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.
Øll árini, síðani tiltakið byrjaði, eru blómutyssi løgd á støð, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Í 2021 varð tað skipað eitt sindur øðrvísi, tá 289 blómutyssi vórðu løgd á Tinghúsvøllin í Havn - eitt blómutyssi fyri hvønn av teimum, sum eru deyð í ferðsluvanlukku í Føroyum. Í ár verða blómurnar aftur at síggja kring landið, tá sjálvboðin tíðliga sunnumorgun fara at leggja blómutyssi
Ein lætið lív síðan seinasta minningardag
Eftir fleiri ár við søguliga lágum deyðstølum í ferðsluni, harav 2 ár við ongari deyðsvanlukku, var ein deyðsvanlukka á føroysku vegunum í 2021. Í desember doyði ein 12 ára gomul genta í syrgiligari vanlukku á landsvegnum við Norðskála. Einhvør deyðsvanlukka í ferðsluni er vanlukkulig. Serliga ringt er tað, tá børn eru partur av vanlukkuni. Í alt eru nú 290 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum, síðani fyrsta ferðsluvanlukkan kravdi eitt mannalív í 1928.
Seinnu árini hevur verið alt longri millum álvarsligu ferðsluvanlukkurnar og talið á teimum, sum doyggja í ferðsluni og hetta er at fegnast um. Men talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða tykist ikki at vika seg. Í 2021 skrásetti politiið 32 ferðsluóhapp við fólkaskaða. Tey síðstu 10 árini hevur hetta talið ligið um 30-35. Um aldarskiftið var hetta talið annars tvífalt so stórt, men tað hendi ein stór broyting til tað betra, millum annað tá promillumarkið varð broytt. Men síðani hevur talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða verið á leið tað sama á hvørjum ári.
0-hugsjónin sigur tó, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni í Føroyum. Tí má annað og meira til, fyri at fáa talið av óhappum við fólkaskaða enn longur niður.
Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at tað er av umráðandi og alstórum týdningi, at farið verður undir skipaðar kanningar av øllum álvarsligum ferðsluvanlukkum í Føroyum.
Víst verður í hesum sambandi til ’Ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar 2019-2027’, har mælt verður til at seta í verk skaðakanningarnevnd fyri ferðsluóhapp í Føroyum. Hetta fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur. Hví tær hendu og hvussu líknandi vanlukkur kunnu fyribyrgjast framyvir. Tað er ein virðiligur máti at læra av vanlukkuligu hendingunum, sum tykjast so óneyðugar og meiningsleysar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald