Talan er um koyring av sjúklingum, ið hava tørv á hjálp í sambandi við koyringina til og frá dialýsueindini á Landssjúkrahúsinum. Starvsfólk hjá veitarinum skulu vera tænastusinnaði og veita eina tænastu, har sjúklingar verða viðfarnir við virðing. Eisini eru krøv til akfør og bilførara.
Uppgávan, sum nú verður boðin út, fevnir um tey, sum eru búsitandi í høvuðsstaðnum og á bygd, har landfast er millum Landssjúkrahúsið og bústaðin. Í løtuni er talan um 14 fólk. Koyringin fevnir sostatt ikki um sjúklingar úr Suðuroy, Sandoy ella útoyggj. Tó verður Sandoy partur av koyringini, tá Sandoyartunnilin er tikin í almenna nýtslu.
Útboðstilfarið liggur á Keypsportali landsins, og freistin at lata inn tilboð er um tríggjar vikur, tann 21. september 2022. Landssjúkrahúsið skipar fyri kunnandi fundi um útboðið í næstu viku.
Sí meira HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald