Komandi vikuskiftið er Dansibandsfestivalur í Vági og eru tað í ár 10 ár síðani at Dansibandsfestivalur var á fyrsta sinni á Eiðinum í Vági. Festivalurin í ár verður tann størsti nakrantíð og eru vikuskiftispassini, sum geva atgongd til øll tiltøk, eisini útseld, men bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið er almennur dansur í Vágs Høll. Kampingplássið er somuleiðis útselt og verða tað í ár umleið 50 kampingvognar á Eiðinum.
Skráin fyri Dansibandsfestivalin byrjar sum vant við ókeypis Syngið og dansi við tiltaki tórskvøldið á Hamragarði, fyri tey, sum eru 65 og eldri – og endar Dansibanfestivalurin við dansi leygarkvøldið.
Eitt av væl vitjaðu afturvendandi tiltøkunum er grillkvøldið leygarkvøld. Í ár fara 480 fólk til grillkvøldið, sum er útselt. Annars er skráin fjøltáttað og fevnir um bæði góðan tónleik, góðan mat, Dansibandsgudstænastu og ikki minst hugnaligar løtur á Eiðinum.
Skráin fyri Dansibandsfestivalin er her:
Tórsdagin 2. Mai 2024
Kl. 19.00 Dansibandsfestivalurin byrjar við Syngið og dansið við kvøldi á Hamragarði. Syngið og dansið við kvøldið verður við luttøku av Hentzar, Terji og Erolf.
Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.
Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65 ár og eldri.
Fríggjadagin 3. Mai 2024
Kl. 19.00 Stóra kalda borðið & Syngið við í Vágs Høll. Kári Poulsen er borðstjóri og lokalir tónleikarar við Hilmar í Lágabø á odda spæla undir til felagssangin. Tiltakið er útselt. Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 22.00 Uppá tá við Finnur S. Olsen beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.
Kl. 23.00 Almennur dansur. Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Hans Jacob & vinmenn (FO) og Sommerson’s Band (FO) spæla til góðan dans í Vágs Høll. Í steðginum stendur Finnur S. Olsen frá Uppá tá fyri tónleikinum. Kostnaður fyri dansin 350 kr. Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 03.00 Dansurin endar.
Leygardagin 4. mai 2024
Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.
Kl. 13.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Jógvan Fríðriksson, bispur, prædikar. Sumbiarkórið framførir undir gudstænastuni.
Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður grísur við tilhoyri við Ørvaroddar Grilla. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Borðstjóri verður Magnus Magnussen og Hentzar, Erolf og Terji spæla undir felagssanginum. Tiltakið er útselt. Er íroknað vikuskiftispassinum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 23.00 Almennur dansur. Dansibands-orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Contiki (NO) og Odd Arne Sørensen & Hans Olaf Trøen (NO). Kostnaður fyri dansin 350 kr. Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 04.00 Dansurin endar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald