Um vikuskiftið er árligi Countryfestivalurin í Sørvági. Longu eru hópin av húsvognum komnir til bygdina. Dungasandur er klæddur sum ein rættulig countrybygd og veðurforsøgnirnar eru avbera góðar.
Í annaðkvøld, hóskvøldið kl. 17.00, verður Bassafestivalur á festivaløkinum. Fríggjakvøldið kl. 17.00 byrjar stóra brakið og kemur countrytónleikur at ljóma í Sørvági alt vikuskiftið við bæði útlendskum og føroyskum countrykongum.
Vit gleða okkum til enn ein festival í Sørvági og vóna at síggja nógv fólk. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni www.country.fo.
Vit síggjast :-)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald