2023-07-02 08:06
Innbjóðing til hátíðarhald
Øll eru hjartaliga vælkomin til almenna móttøku í Sandavági, sunnudagin 2. juli 2023 klokkan 16:00, í sambandi við, at bátur verður smíðaður í Steigartúni í summar.
Skrá:
-Dagbjørn Hansen bjóðar vegna fyrireikararnar vælkomin og greiðir frá verkætlanini.
-Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, hugleiðir um føroyska róðrarbátin.
-Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiðir frá um føroyska bátin á UNESCO listanum.
-Heini F. Petersen, fyrireikari og rithøvundur, greiðir frá um bátasmíð í Sandavági.
Felagssangur, kaffi, te og okkurt søtt.
Sámal Ravnsfjall framførir nøkur løg.
Bók um bát og bátasmíð verður til keyps fyri 100,- krónur (kontant).
VERIÐ HJARTALIGA VÆLKOMIN
Sandavágs Bygdarsavn &
Sandavágs Fornminnafelag, Steigartún 8, 360 Sandavági
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald