Mentan

Bønarløta fyri teimum saknaðu av Kambi

Í Vágs kirkju hóskvøldið verður bønarløta fyri teimum báðum monnunum, sum ikki komu afturíaftur tá Kambur sakk

2024-02-14 22:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Bønarløta fyri teimum saknaðu við Kambi verður í Vágs kirkju hóskvøldið 15. februar klokkan 19.

Onkrir av manningini vóru úr Vági, og í tí sambandi verður bønarløta. Møguleiki verður eisini at tendra eitt ljós.

Tað var týsmorgunin í síðstu viku at Kambur fekk ein sjógv og frystilínuskipið sakk seinni. Tveir menn, ein 47 ára gamal og ein 57 ára gamal, komu ikki afturíaftur.

--

Frá sjófrágreiðingini

- Tá eg kom uppaftur úr sjónum var einki at síggja til hann

Bara ein maður sá kokkin henda morgunin

Menninir á brúnni máttu hivast upp við brandslangu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder