Skipa fyri hava Heini F. Petersen og Jan Erik Simonsen, fyri Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Forminnafelag.
Heini F. Petersen hevur frammanundan givið út bøkurnar:
-Emil í Lønnebergi 1 í 1978 (týðing).
-Emil í Lønnebergi 2 í 1996 (týðing).
-Mikkjals bok í 1994 (saman við Jákupi Reinert Hansen).
-Av fjalli at fjørðustrond í 2010 (saman við Jóannes Heinesen).
-Vága Samferðslusøga í 2013 (saman við Dánjali Poulsen).
-Emil í Lønnebergi 3 í 2022 (týðing).
Jan Erik Simonsen hevur frammanundan givið út bøkurnar:
-Vesturvón - tí tað skal vera ein vón fyri vestan í 2019.
-Í kjalarvørrinum á Thunder í 2021.
Forlagið á Merkrunum gevur bókina “Føroyski báturin – Bátur og bátasmíð” út.
Umbrotin og prenta hjá Føroyaprent í Havn.
Bókin telur 84 síður. Nógvar myndir og tektsturin er á føroyskum, donskum og enskum.
Umframt bókina gevur forlagið út, allar 14 plakatirnar, ið eru komnar upp at standa í Steigartúni.
Útgivnar bøkur hjá forlagnum á Merkrunum:
-Vesturvón - tí tað skal vera ein vón fyri vestan í 2019.
-Í kjalarvørrinum á Thunder í 2021.
-Tøðuættin í Gásadali í 2022 (ættarstevna).
-Føroyski báturin – Bátur og bátasmíð í 2023.
Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Fornminnafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald