Hetta er onnur útgávan hjá Goodlad. Í 2019 gav hann út bókina The Cod Hunters. Ein bók, ið segði frá hetlendska sluppfiskiskapinum í Norðuratlantshavi í 19. og 20. øld, og sum nógvir føroyingar ognaðu sær, tá Goodlad sama ár vitjaði í Føroyum og hevði framløgur ymsastaðni í landinum.
Evnið í nýggju útgávuni er aftur fiskivinnusøga, men sum heitið sipar til, leggur Goodlad seg nú eisini eftir at lýsa, hvussu saltaður fiskur – tvs. klippfiskur og saltsild - bleiv ein týðandi partur av kostinum í Evropa, og hvussu hetta skapti sambond suður á Iberisku hálvoynna og eystur í jødiskar býlingar í Póllandi og Russlandi. Eins og í The Cod Hunters verða Føroyar nógv umrøddar í nýggju útgávuni.
The Salt Roads kom út í september 2022 og hevur fingið góða móttøku. Bókin er umsett til hollendskt og kemur út á koreanskum í næstum.
Bókaframløgurnar verða skipaðar sum samrøður við høvundin og verða hesar dagar:
- Mikudagin 16. august klokkan 17 á Fiskastykkinum í Sandavági saman við Jóan Paula Joensen
- Hósdagin 17. august klokkan 17 í ovaru hædd í Müllers pakkhúsi í Havn saman við Jóan Paula Joensen
- Fríggjadagin 18. august klokkan 17 í Bókasavninum við Løkin saman við Magna Arge og Erlingi Isholm
Til tiltøkini verður møguleiki at keypa bókina hjá Goodlad og fáa hana signeraða.
John Goodlad, sum eftir eitt virkið lív í fiski- og alivinnuni nú fæst við at ráðgeva bretskum og altjóða fiskivinnufelagsskapum, luttekur eisini á Sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin 19. august. Tá fer hann at hava fyrilestur um burðardygd, veðurlagsbroytingar og aðrar avbjóðingar hjá fiskivinnutjóðum.
Hetta verður nærri lýst í skránni hjá Sjómannadegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald