Mentan

BÓKAFRAMLØGA ÚTI Á GJÓGV

Evnið er fiskivinnusøga, og verða Føroyar nógv umrøddar í útgávuni.

2023-08-16 12:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Mikudagin 16. aug. kl.17 kemur hetlendingurin og føroyavinurin John Goodlad, saman við Jóan Paula Joensen, at hava bókaframløgu í Pakkirúminum Úti á Gjógv, um sína nýggju bók, sum hevur heitið The Salt Roads - How fish made a culture.

Evnið er fiskivinnusøga, og verða Føroyar nógv umrøddar í útgávuni. Goodlad leggur seg eftir at lýsa, hvussu saltaður fiskur – tvs. klippfiskur og saltsild - bleiv ein týðandi partur av kostinum í Evropa.

Bókaframløgan er skipað sum samrøða við høvundin. Eisini verður møguleiki at keypa bókina hjá Goodlad og fáa hana signeraða.


Ókeypis atgongd og Fiskastykkið bjóðar kaffi og te.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder