Mentan

Bókaframløga í Pakkhúsinum í Bø

Seinnapartin í gjár var bókaframløga í Pakkhúsinum í Bø.

2022-07-09 09:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sørvágs Kommuna:

Nú hevur Bøur fingið sína bygdasøgu, og rættiliga nógv fólk høvdu leita sær veg út til Bíggjars til framløguna. Pakkhúsið var karmur um tiltakið, og har var fullsett. Borðreitt var við pinnamati og øðrum góðum.

Á skránni var eisini felagssangur, og Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum helt røðu. Tað er forlagið Sprotin sum hevur givið bókina út.

Óla Jákup Guttesen hevur skrivað bókina sum nevnist: Tættir og brot úr Bíggjar søgu.
Bókin er 500 blaðsíður, og nú hevur bygdin við tí vakrasta útsýninum ­fingið nakrar av sínum ógviliga týðandi táttum festar á blað.

Sørvágs kommuna ynskir hjartaliga til lukku við útgávuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder