Mentan

Boðið verður til almenna móttøku á nýggja Sjóvinnustýrinum

Tíðindi: Boðið verður til almenna móttøku á nýggja Sjóvinnustýrinum hósdagin 7. desember frá kl. 14:00 til kl. 17:00, á Giljanesi.

2023-12-06 14:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Á skránni verða røður og sangframførslur. Eisini verður kaffi/te og ábit at fáa.

Húsið verður opið frá kl. 14:00 hendan dagin, so møguleiki verður eisini hjá fólki at koma inn á gólvið, áðrenn móttøkan byrjar.

Skráin verður soleiðis:

Kl. 15:00 verða tónleikainnsløg frá børnum í Musikkskúlanum í Vágunum

Kl. 15:15 fer Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at bjóða vælkomin.

Síðani fer Høgni K. Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkis, - og Vinnumálum, at halda røðu. Eftir hann fer stjórin á Sjóvinnustýrinum, Hans Jóhannes á Brúgv, at halda røðu. Til seinast fara Sjúrður Holm, stjóri á Búsetur og Ragnar Zachariasen, stjóri á ZETA arkitektar, at bera fram heilsan.

Millum hesar røðurnar, fer eitt barnakór frá Musikkskúlanum í Vágum at syngja tveir sangir fyri okkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder