2024-03-26 10:45
Vága Pensjónistafelag og Eldraráðið í Vágum bjóða morgunmat mikumorgunin, 27. mars kl. 10 í Bygdarhúsinum Gleimi í Miðvági.
Tá er eisini ætlanin at hava hugnaløtu, har høvi verður at fáa eitt gott prát, sita við stokkum, spæla kort o.tl.
Allir pensjónistar eru vælkomnir.
Vága Pensjónistafelag hevur annars aðalfund í apríl. Nakrir nevndarlimir standa fyri vali, og onkur stillar ikki upp aftur. Vit vóna tí, at limir eru hugaðir at stilla upp til nevndarval. Nevndararbeiðið er fjølbroytt og áhugavert.
Tað verður lýst seinni, nær aðalfundurin verður.
Vága Pensjónistafelag er eisini Eldraráð í Vágum.
Vh
Erhard Jacobsen, formaðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald