í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Sum sjónleikari megnar Birita Mohr allar genrur; líka frá tí ekspressiva úttrykkinum til psykologiska realismu, har Birita á nemandi hátt lýsir tær heilt niðurtónaðu, inniligu kenslurnar í mannalyndinum.
Birita Mohr hevur havt týðandi leiklutir í eini langari røð av leikum, eitt nú í leikunum Antigone í Norðurlandahúsinum í 1989, Glataðu Spælimenninir í Norðurlandahúsinum í 1993, Kirsuberjagarðurin á Tjóðpalli Føroya í 2010 og Reinsan á Tjóðpalli Føroya í 2011.
Tað var serstakt at uppliva Biritu Mohr í høvuðsleiklutinum í sjónleikinum Lear kongur eftir William Shakespeare, sum leikbólkurin Det Ferösche Compagnie setti á pall í Sjónleikarhúsinum í Havn á sumri 2023.
Birita Mohr hevur sett varðar eftir seg á føroyska leiklistapallinum og fær fyri avrikini Serstøku virðisløn landsins 2023.
Serstaka virðisløn landsins er 50.000 kr., og hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.
Les alla grundgevingina HER
Les kvøðu til Biritu Mohr frá Riu Tórgarð HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald