Mentan

Bátastevnan 2024

Nú ber til at keypa atgongumerki og bíleggja pláss til bát ella kampingvogn á Bátastevnuni, ið verður 23. til 25. mai 2024, Keyp á bs.fo

2023-12-08 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bátastevnan har vit koma saman til hugna og samveru, hevur aftur eina rúgvu av góðum tónleiki og vælumtókta sangkvøldið við Magnussen brøðrunum.

Flestu av nøvninum kenna vit aftur frá undanfarnum árum, men í ár verður eisini aktuelli bólkurin ”Gasbox” ið vann ”Stjerneklar” fyrr í ár. Gasbox spælir tey mest kendu løgini hjá Gasoline og Kim Larsen

Vit kunnu longu nú avdúkað at hesi koma at spæla á Bátastevnuni.

Hóskvøld 23 mai verður sangkvøld við Magnus og Rasmus


Fríggjakvøldið 24 mai.

Grandmas Basement  

Gasbox

Annfinn og co 

Jens Marni Band 

Páll Finnur Páll


Leygarkvøldið 25 mai.

Magni Christiansen

Shamrock

Formenh         

Hallur Joensen


Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jan Haldansen tlf 522248

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder