Frítt Flog 2024 tekur støði í burðardygd. Á festivalinum sleppa børn at sáa, at læra at skilja rusk, at byggja høsnahús, síggja tól, sum kunnu bjarga heiminum, fara á ruskævintýr o.s.fr. Á skránni verða verkstovur, sjónleikur við tónleiki og framsýning; øll tiltøkini hava fyri eyga, at burðardygd skal vera stuttlig og áhugaverd, og skulu vísa, at bæði børn og vaksin kunnu fara betur við umhvørvinum og jørð okkara.
Børn, sum vitja og luttaka í øllum tiltøkunum, fáa eitt skreytblað sum prógv fyri, at tey nú eru útbúnir jarðarverjar.
Við festivalarmbandi slepst inn til øll tiltøkini annaðhvørt 13. ella 14. apríl.
Tiltøkini eru ætlað børnum í aldrinum 3-12 ár, sum hava ein vaksnan við sær, men øll familjan er vælkomin.
Festivalarmband kann keypast á nlh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald