Mentan

Baldur, Brandur og Kristian eru best umtóktu nøvnini hjá dreingjum føddir í 2022

Nøvnini Baldur, Brandur og Kristian eru fyri fyrstu ferð ovast á listanum fyri best umtóktu dreingjanøvn.

2023-09-16 16:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Nýggjasta navnauppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Sum nakað nýtt ganga navnahagtølini nú aftur til 1985.

Baldur, Brandur og Kristian eru best umtóktu nøvnini til dreingir føddir í 2022. Fimm dreingir fingu navnið Baldur, fimm Brandur og fimm Kristian. 

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Mattias, Nóa og Tóki. Seks dreingir, føddir í fjør, hava ikki fingið navn enn. 

Best umtóktu nøvn hjá dreingjum føddir í 2022




Persóntal

20222021201220021992
Baldur52120
Brandur53461
Kristian50314
Mattias45410
Nóa49410
Tóki42230
Bartal31112
Eli31104
Gilli35012
Gutti32010
Jónas311881
Levi31022
Markus35340
Ragnar33202
Rói32024
Rókur30520
Silas33420

Nøvnini Baldur, Brandur og Kristian eru fyri fyrstu ferð á fyrstaplássinum fyri best umtókta navn á dreingjum. Tað skula vanliga fleiri til enn fimm við sama navni fyri at enda ovast á listanum fyri best umtókta navn.

Hóast Brandur ikki hevur verið ovast á listanum áður, so hevur Brandur verið eitt væl umtókt navn seinastu 20 árini. Tað vóru tó eisini fimm, ið fingu navnið Brandur í 2020, seks í 2002 og sjey í 2005, men tá hevur tað ikki verið nokk til at røkka fyrstaplássinum. 

Kristian hevur ikki verið millum best umtóktu nøvnini síðani 2014, tá seks dreingir vórðu nevndir Kristian. Av best umtóktu nøvnunum í 2022 er Kristian mannfólkanavnið, ið er mest vanligt.

Baldur er ikki eitt eins vanligt navn sum Brandur og Kristian. Bert einaferð áður hava fimm dreingir í sama árgangi fingið navnið Baldur. Tað var í 2019, tá Baldur var triðbest umtókta navnið fyri dreingir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder