??? Eg havi sjáldan tikið so nógvar myndir sum her í Føroyum, sigur Zara Larsson.
Á middegi í gjár kom svenska superstjørnan Zara Larsson til Føroya. Hon hevur konsert á Summar Festivalinum í kvøld, men vildi sleppa í góðari tíð til Føroya fyri at uppliva landið.
??? Eg havi sett meg inn í, hvat Føroyar er, og eg eri sera fegin um, at eg eri sloppin til Føroya at vitja og at hava konsert her. Eg havi ferðast nógvastaðni kring heimin, men eg má siga, at eg havi sjáldan tikið so nógvar myndir sum her í Føroyum, sigur Zara Larsson.
??? Vit hava fingið nógvar góðar upplivingar í gjár og í dag, og í kvøld ætli eg mær at løna føroyingum aftur og geva fólki eina tónleikauppliving, sum tey seint fara at gloyma, sigur hon.
Zara Larsson telist millum heitastu nøvnini í altjóða popptónleiki í løtuni. Hon hevur hittað við sangum sum Lush Life, Uncover og Symphony, og í kvøld framførir hon hesar og aðrar sangir saman við bólki sínum á Vágsbø.
??? Vit leggja sera nógv orku í okkara framførslur, og vit eru í toppformi, nú vit fara at spæla á Summar Festivalinum, sigur hon.
Zara Larsson er nógv umbiðin. Hon fer tíðliga í morgin ári av landinum aftur, og í annaðkvøld hevur hon konsert í Brússel.
Zara Larsson spælir á Summar Festivalinum í kvøld kl 21:00.
Mentan
Zara: Vit gloyma ongantíð Føroyar
...
2018-08-10 15:34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald