2017-09-12 17:25
Fríggjadagin 15. september 2017 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við Zacharias Heinesen.
Framsýningin umfatar oljumálningar og vatnlitismyndir.
Fernisering verður fríggjadagin 15. september kl. 16:00 og kemur Hilmar Høgenni, næstformaður í Listafelag Føroya at røða.
Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður listamaðurin sjálvur til staðar har møguleiki er at heilsa uppá.
Klassiski guitarúrmælingurin ??lavur Jakobsen syrgir fyri tónleikinum.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til miðjan oktober mánaða.
??ll eru hjartaliga vælkomin!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald