Mentan

Yvirlit yvir nær jólatrøini í Tórshavnar kommunu verða tendrað

...

2016-11-28 17:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Komandi dagarnar verður skipað fyri 11 jólahaldum í kommununi, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.



Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 3. desember kl.15:30. GHM spælir. Theodor E. D. Olsen, prestur, ber fram røðu.

Á Velbastaðverður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 3. desember kl.16:00. Havnar Hornorkestur spælir. Sverri Steinhólm, prestur, ber fram røðu.

Á Argjumverður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 3. desember kl.17:00. GHM spælir. Bergur Debes Joensen, prestur, ber fram røðu.

Á Hvítanesiverður jólatræið tendrað leygardagin 3. desember kl.18:00. Havnar Hornorkestur spælir. Uni Næs, prestur, ber fram røðu.


Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 4. desember kl.12:15 eftir guðstænastuna. Havnar Hornorkestur spælir. Derhard Jógvansson, prestur, ber fram røðu.

Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 4. desember kl.15:30. Teistin fer av Gomlurætt kl.14:30 og úr Hesti kl.19:30. Frelsunarherurin spælir. Palli Petersen hjá Frelsunarherinum ber fram røðu.

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 4. desember kl.17:00. Ternan fer av Havnini kl.16:20 og úr Nólsoy kl.19:25. Havnar Hornorkestur spælir. Sverri Steinhólm, prestur, ber fram røðu.

Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 4. desember kl.17:30. GHM spælir. Theodor E. D. Olsen, prestur, ber fram røðu.

Í Norðradaliverður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 4. desember kl.18:00. Musikskúlalærarar spæla. Derhard Jógvansson, prestur, ber fram røðu.

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan mikudagin 7. desember kl.17:00. Frelsunarherurin spælir. Maria Jørðdal Niclasen, prestur, ber fram røðu.

Í Syðradali verður jólatræið tendrað mikudagin 14. desember kl.18:00. Musikskúlalærarar spæla. Heðin Mortensen, Borgarstjóri, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder