Nú hava ferðafólk í Føroyum yvir 100 skipaðar ferðaleiðaratúrar og upplivingar at velja ímillum, tá ið tey koma higar. Hetta verður hatíðarhildið á samkomu fyri føroyskar ferðavinnuveitarar í komandi viku.
Innanlands ferðavinnan í Føroyum stendur í stórum vøkstri. Fyri kortum vóru fáir ferðaleiðaratúrar og skipaðar upplivingar til ferðafólk, ið koma til Føroya. Nú hava ferðafólk eina ørgrynnu av tilboðum at velja í.
Savningarstaðið fyri føroysk ferðavinnutilboð, Guide to Faroe Islands, hevur nú ikki færri enn 100 ymisk ferðavinnutilboð hjá føroyskum veitarum savnað á einum stað. Á síðuni www.guidetofaroeislands.fo kunnu ferðafólk um allan heim nú íalt velja millum og bóka upplivingar, túrar og onnur ferðavinnutilboð frá yvir 30 ymiskum føroyskum veitarum.
Hetta verður hátíðarhildið á samkomu fyri ferðavinnuveitarar fríggjadagin 25. januar. Róðrarneystið hjá Knørri á Tinganesi (Evensens pakkhús) verður karmur um hátíðarhaldið, har veitarar og fólk í vinnuni hittast og samstundis hita upp til eitt spennandi ár í føroysku ferðavinnuni.
Bæði nýggir og royndir veitarar bjóða ferðafólkum upplivingar í flestu oyggjunum. Og upplivingarnar eru sera fjølbroyttar frá gongutúrum og fiskitúrum til mentanarkvøld og matupplivingar.
Á samkomuni í róðrarneystinum fara nakrir veitarar at greiða stutt frá, hví teir fóru undir ferðavinnuna, hvussu virksemið gongur, og hvat teir hava lært um hesa vaksandi vinnu.
Guide to Faroe Islands hevur sum endamál at leggja lunnar undir eina burðardygga og væl skipaða ferðavinnu í Føroyum og leggur seg eftir at fáa ferðavinnuna at blóma kring alt landið, soleiðis at inntøkurnar frá ferðavinnuni fella til veitarar í øllum krókum í landinum. Hugsjónin er tann, at fleiri í framtíðini kunnu bjóða ferðafólkum veitingar og kunnu liva av hesum.
Guide to Faroe Islands vil í strembanini eftir at hava eina vælvirkandi føroyska ferðavinnu arbeiða tætt saman við myndugleikum og áhugabólkum og laga ferðafólkatilboð og bókingar eftir teirra tørvi og treytum.
Visit Faroe Islands hevur boðið marknaðarpallinum vælkomnum, tí ferðafólkunum tørvar at kunna finna og bíleggja nógvu tilboðini hjá føroyskum veitarum á einum stað. Vinnuframi hevur veitt fíggjarligan styrk til at menna Guide to Faroe Islands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald