Mentan

YTSTI, ARNI, LÍTLI, BREIÐI OG BOYGNI

...

2021-11-18 10:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Magni Arge: YTSTI, ARNI, LÍTLI, BREIÐI OG BOYGNI

- á ferð í Tindhólmi við Tórsteini Niclasen á Bakkanum og Ova Heinesen í Búri.
Niels Juel hevði bæði Tórstein á Bakkanum og Ova í Búri við sær á ferð út í Tindhólm í 1985.
Teir løgdu fyri við frásøgn um eitt hol teir sprongdu í bergi við heimara enda umleið 1950.
Sigldu so framvið Miðurð og Eirikstorvu á ???uttaru??? síðu. Søgdu frá um lundafleyg í Kollarurð - størstu urðina í Tindhólmi ??? og so vestur um Kálvanes, har 16 veðrar ganga.
Av Kálvanesi fara teir gjøgnum Hólmasund, sigla fram við flesjunum. Innanfyri, í tí teir rópa Inni á Pollum, plagdu teir at drepa grind fyrr.
Síðani koma teir til Eiriksboga, sum sambært gamlari søgn breyt fyrstu ferð, og holvdi bátin hjá Eiriki úr Bø, sum var á leiðini heim úr Kirkjubø, har hann hevði keypti avlát frá bispi fyri at hava myrt beiggja sín.
Ein norskur koladampari fór á land har í 1925, og partur av tilfarinum til eldru húsini í Tindhólmi eru frá vrakinum.
Uppi á turrum siga teir frá um ognarviðurskiftini í Tindhólmi gjøgnum tíðina. Frá tí normenn áttu, og til sørvingar og bíggjarmenn keyptu frá hoyvíkingum.
Teir siga frá um seyð, oksar og fugl. Og eisini um hús og húsatoftir. Um Rasmus og aðrar sum hildu til í Tindhólmi á sumri, og søgnina um ørnina á Arnartindi fyri at nevna narkar søgur.
Teir fóru aftur í bátin og endaðu túrin við at sigla heim um Ytsta høvda, Miðhøvda og Heimasta høvda. Tá høvdu teir sæð niðan á tindarnar Ytsta, Arna, Lítla, Breiða og Boygna bæði á uttaru og innaru síðu.
Hoyr sendingina her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder