Mentan

Yoyager kom á Kollafjørð í kvøld

...

2016-08-06 20:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Ferðamannaskipið Yoyager kom á Kollafjørð fyri góðum tíma síðani, tað hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Íslandi.

Yoyager bygt í 1971, og kostaði tað 25 mió dollarar at byggja. Skipið var fyrstu árini heimahoyrandi í Oslo, síðani skifti tað heimstað til London. í 1999 skifti tað aftur eigarar og flutti heimstað til Panama. Aftur í 2002 skifti tað eigarar, og fór at sigla undir flagginum hjá Bermuda, tað gjørdi tað fram til 2014, tað árið sigldi tað undir flagginum hjá Saint Kitts and Nevis, í 2014 skifti tað aftur flagg og hevur síðani tá verið heimahoyrandi á Bahamas.

Skipið er 169 metrar langt, og 25 metrar breitt. Yoyager tekur 698 ferðafólk og manningin telur 350 fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder