2016-05-13 21:50
Enn fleiri føroysk nøvn eru komin á plakatina hjá Voxbotn, tí nú er kunngjørt, at bæði Yóhanna og Elinborg Pálsdóttir fara á pall niðri í Vágsbotni á ársins konsertdegi, 25. juni.
Yóhanna (Jóhanna Norðberg Niclasen) er ein ung songkvinna, ið nú av álvara hevur gjørt vart við seg í føroyska tónleikaheiminum. Hon hevur vunnið "Ársins Songrødd" og hevur eisini gjørt vart við seg í songleikunum ???Audition" og ???Grease".
Yóhanna gjørdist veruliga kend, tá hon sang live í "Góðan morgun Føroyar", og har helvtin av Kringvarpinum slepti bæði penn, pappír og telefon og leitaði sær inn í Studio 5 at síggja, hvør átti hesa fantastisku røddina. Upptøkan bleiv eisini sera nógv deild á sosialu miðlunum. Yóhanna hevur eina kraftmikla soul-fulla rødd, hon ger popp, soul og elektronisk løg og er nú ígongd við at gera sína fyrstu EP.
Elinborg Pálsdóttir er eisini farin at gera um seg á føroyska tónleikapallinum. Unga songkvinnan úr Syðrugøtu hevur síðani hon var smágenta sungið og skrivað sangir. Í 2013 gav Elinborg út stakløgini ???Candle in the night??? og ???Stars falling??? og hesi hava verið nógv spæld.
Síðsta summar gav hon út EP útgávuna "Spor". Talan er um løg í singer/songwriter stílinum og eina persónliga fløgu, ið nemur við slík evni sum longsil, kærleika og at missa. Elinborg hevur sjálv gjørt bæði løg og tekstir, sum allir eru á føroyskum. Nú verður so møguleiki at uppliva ungu evnaríku songkvinnuna niðri í Vágsbotni
Áhugin fyri Voxbotn 2016 hevur verið met stórur, og forsølan er longu útseld. Tí verða bara nøkur heilt fá dura-atgongumerki sett til sølu í vikuni, sum Voxbotn er. Eingin durasøla verður undir sjálvum tiltakinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald