Vinna

Yngul- og ætikanningar á sumri 2013

...

2013-07-11 20:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Yngul- og ætikanningarnar hjá Havstovuni í 2013 eru loknar. Hetta eru kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli. Eins og í fjør var sjógvurin nakað kaldari í ár í mun til somu tíð árini fyri, gróðurin væl undir miðal, væl var av djóraæti, men lítið var til av flest øllum sløgum av fiskayngli, og støddirnar av teimum vóru yvirhøvur smáttfallandi.

Fyribils úrslit
Fiskur
Yngul. Tilsamans 28 ymisk fiskasløg vórðu fingin á Landgrunninum. Lítið varð fingið av flest øllum sløgum, og yvirhøvur var yngulin sera smáttfallandi. Neyvt samband tykist vera millum gróðurin av plantuæti og stødd og tal á ynglinum; eru longdirnar smáar, so er talið næstan altíð lítið, og umvent. Í fyrra førinum er gróðurin yvirhøvur lítil, meðan hann er góður í seinna førinum. Tó sást tann góði gróðurin í 2012 ikki aftur í nøgd og stødd á fiskaynglinum; gróðurin í ár er lítil



Les alla túrfrágreiðingina hjá Magnus Heinason á www.hav.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder