Mentan

Wentzel og Hilmar skutu tilsamans 235 harur

...

2020-01-01 20:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í Sørvági eru nógvir góðir og grammir haruskjúttar, sum ár um ár eru við í haruskjótingini, teir leggja nógv fyri, soleiðis at harutíðin kann passast væl.

Tveir teirra eru Wentzel Mouritsen og Hilmar Hansen. Ikki kann sigast annað enn at tað hevur roynst væl hjá teimum báðum, í vetur hava teir skotið tilsamans 235 harur - Wentzel fekk 129 og Hilmar 106, teir skjóta í fleiri høgum, mest skjóta teir á Norðurtriðingi og Vørðufelli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder