Vinna

Waag & Company opnar nú deild í Vágum

...

2017-11-28 08:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrr í ár keypti Waag & Company bygningin frá Føroya Tele í Miðvági, og nú søkir Waag & Company eftir fólkið til deildina í Miðvági, sum tey fara at opna í nærmastu framtíð.

Í fyrstu umfari verður tað ein deild, sum fer at taka sær av leigubilum. Waag & Company hevur í nøkur ár havt tað deildina í Havn, men hon flytir nú vestur til Miðvágs, tað er fyri at fyritøkan skal koma tættari at flogvøllinum, tí tað er tann vegin teir flestu kundarnir koma. Eftirspurningurin eftir leigubilum er stórur, og um summari hava vit upp móti 100 bilar, sigur Elin Christiansen við JN.fo, Elin er deildarstjóri hjá Waag & Company. Víðari sigur hon, at til leigubilar er bygningurin og økið rundan um gott, og hevur góðar hentleikar.

Nú hopa vit bara, at vit finna gott fólk til deildina, og sleppa í gongd so skjótt sum møguligt. Fyri fyrst verður tað bert tað eini starvfólkið ið kemur at halda til á deildini, men tá ið trýsti verður størri eftir leigubilum í næsta ár, so koma fleiri fólk at arbeiða á deildini, sigur Elin við jn.fo.

Av og á verður eisini framsýningar av bilum hjá Waag & Company.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder