25.marts 2019 eru 200 ár síðan stóri málfrøðingurin og presturin var borin í heim á Løgmansgarðinum á Steig í Sandavági.
Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin royna nú av øllum alvi at
skerja tímarnar í føroyskum, okkara móðurmáli.
Eg undrist stórliga. Nú 200 ára
føðingardagurin hjá Hammershaimb er um nakrar dagar, munnu mong halda, at ein
skerjing av undirvísing í føroyskum ikki er rætta føðingardagsgávan til
Hammershaimb, tíansheldur til føroyska fólkið og allarminst til børnini. Tað er
neyðugt at vit verja okkara móðurmál. Tað er neyðugt at tað verður styrkt.
Tað eigur Løgtingið at gera. Hóast Tjóðveldi
vil skerja føroyskt undirvísingina.
At føroyska málið sum so mangt annað skal
oftast á loysingaraltarinum er at fara ov langt.
Um Kaj Leo kom fram við slíkum uppskoti fyri 4
árum síðani rokni eg við at bæði Tjóðveldi og KVF grótu og illa lótu um hetta
snigálop á móðurmálið.
Men nú er merkiliga kvirt.
Tað tykist undarligt. Syrgilig tøgn, nú
Tjóðveldi fremur eitt stórálop á okkara kæra móðurmál. Sum vanligt, so listrar
Javnaðarflokkurin harraboð frá Tjóðveldisflokkinum og førir knívin í hesum
máli.
Latið okkum menna móðurmáli nú VUHammershaimb
verður 200 ár.
Tað hevði verið meira passandi.
Marjus Dam, fyrrverandi løgtingslimur fyri
Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald