2015-07-23 04:23
Vinnarin av Volvo Kring Føroyar í fjør, Torkil Veyhe, vann í dag fyrsta teinin av ársins kapping, so líkt er til at Torkil ætlar sær at vinna kappingina aftur í ár.
Teinurin í dag var frá Wenzel í Havn, til Selatræðar at venda, fyri síðani at súkkla runt Agnið, og so til EFFO-støðina í Runavík á mál. Teinurin var 124 km.
Dagsins langa útbrot stóð av Sigmund Olsson og David Rasmussen, sum fóru frá hinum á Sundi. Teir komu eisini fyrst til dagsins einasta fjallaspurt, sum Sigmund vann, og skal hann tí koyra í fjallatroyggjuni í morgin. Tá teir vóru komnir til Strendir, fekk feltið teir aftur, og skjótt fóru Torkil Veyhe, Guðmundur Joensen og Dávur Magnussen frá hinum. Tað endaði við, at Torkil vann við umleið tveimum minuttum aftur til Guðmund, sum var umleið hálvan minutt framman fyri Dáva. Torkil skal tí koyra í gulu førara troyggjuni í morgin.
Í morgin verður koyrt úr Klaksvík til Vestmannar at venda, fyri síðani at enda á Sornfelli. Í alt 125 km.
Myndirnar hevur Elsa jacobsen tikið fyri jn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald