Ítróttur

Volvo Kring Føroyar - Fjallatroyggja og ein sigur til Dávur

...

2015-07-26 15:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

TSF: Dávur lovaði olmussi tá Kongaetapan bleiv koyrd hósdagin. Á veg til Vestmanna hevði møðin sett seg í beinini, og hann misti tí nógva tíð í samlaðu støðuni. Men nógva møðin var burtur fríggjadagin, tá hann á Sandi koyrdi ein megnar einkultstart og kom á mál stutt eftir Torkil Veyhe. Var hann væl koyrandi fríggjadagin, so var hann flúgvandi leygardagin, tá kappast var í 4. etapu av Volvo Kring Føroyar, sum fór fram í Suðuroynni.

Tíðliga í kappingini fór hann í eitt soloútbrot. Planurin var at koma fyrstur niðan á ??ravíkarskarð soleiðis, at hann kundi gerast vinnari av fjallakappingini. Hann kom fyrstur niðan, men hann helt leiðina fram, og tað var ikki fyrr enn súkklararnir høvdu verið niðri í Sumba og vent, og leiðin gekk niðan aftur á Hestin, at nakar súkklari fekk Dávur aftur. Tá var tað Torkil Veyhe, ið setti ferð á niðan úr Sumba, og komin til Lopra fekk Torkil Dávur aftur. Hesir fylgdust til Tvøroyari. Málið var við Effostøðina á Tvøroyri og fyrstur um málstrikuna gjørdist Dávur Magnussen.

Dávur skuldi tí tvær ferðir upp á sigurspallin. Fyrst sum vinnari av 4. etapu, og síðan sum vinnari av fjallakappingini.

Fjórði dagur í fagrasta veðri. Seinasta etapa verður koyrd í morgin, og vónandi verður veðrið eins gott tá. Tá verður fyrst koyrt nøkur stór umfør millum Wenzel í Havn og Gomlurætt, og so nakrir smáir umgangir á økinum runt um Tekniska Skúla í Havn.

Mál og startur verður við Bilasøluna Wenzel. Kappingin byrjar kl. 14. Meðan kappast verður bjóðar Wenzel áskoðarum kaffi og annað meðan kappast verður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder