Vinna

Vøksturin í farmi er 205% higartil í ár

...

2018-09-12 09:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í gjár skrivaðu vit at vøksturin í ferðafólkatalinum higartil í ár er 10,6%. Verður hugt eftir vøkstrinum í farmi so er tað ikki ein smávegis vøkstur, sum er farin um Vága Floghavn.

Vøksturin í august var 161 % í mun til august í fjør. 

Í 2017 vóru flutt 660 tons av farmi við flogførum til og úr Føroyum, og ongantíð fyrr er var so nógvur farmur fluttur um flogvøllin sum 2017.

Nú vit skrivað august 2018 eru longu 1081,7 tons av farmi flutt um flogvøllin higartil í ár, og tað er 420 tons meira enn alt 2017.

Frá januar til august í fjør vóru flutt 353 tons av farmi, og sama tíðarskeið í ár eru sum sakt 1081 tons av farmi farin og komin um flogvøllin í Vágum. Í øðrum orðum er vøksturin 205% higartil í ár.

Gudny Langaard stjóri á Vága Floghavn sigur við jn.fo, at vøksturin kemur fyrst og fremst av at Bakkafrost er farin at útflyta feskan laks.

MÁNAÐIFARMUR (TONS) ÍALT%-VÍS MÐR BROYTING 2017HIGARTIL%-VÍS MÐR BROYTING 2017
JAN90,3134,590,3134,5
FEB149,9311,8240,2220,7
MAR142203,4382,2214,1
APR132,1270514,3226,7
MAY155,7232,7670227,9
JUN130,1185,3800,1220,2
JUL129,3183,6929,4214,5
AUG152,2161,11081,7205,8

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder