2018-09-11 19:31

Tað er stórur vøkstur í ferðafólkatalinum um Vága Floghavn. Higartil í ár er tað ein vøkstur uppá 10,6% í mun til sama tíðarskeið í fjør tað vísa nýggjastu tølini frá Vága Floghavn.
Higartil í ár eru góð 268.000 ferðafólk komin og farin um flogvøllin í Vágum. Alt tíðir uppá at árið í ár aftur verður met ár hjá flogvøllinum. Í fjør vóru tað 341.000 ferðafólk sum fóru og komu um flogvøllin.
Í august fóru og komu 46.000 ferðfólk um flogvøllin, sum er ein vøkstur uppá 12,3% í mun til august í fjør.
MÁNAÐI | FERÐAF??LK ÍALT | %-VÍS MÐR BROYTING 2017 | HIGARTIL | %-VÍS MÐR BROYTING 2017 |
---|---|---|---|---|
JAN | 19591 | 10,3 | 19591 | 10,3 |
FEB | 16659 | 13,1 | 36250 | 11,6 |
MAR | 25325 | 40 | 61575 | 21,7 |
APR | 30605 | 4 | 92180 | 15,2 |
MAY | 36737 | 12,7 | 128917 | 14,5 |
JUN | 37861 | 3,3 | 166778 | 11,7 |
JUL | 54885 | 6 | 221663 | 10,3 |
AUG | 46235 | 12,3 | 267898 | 10,6 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald