2017-01-31 10:38
Vetrarljós 2017 - Vitjan í vindmyllulundini í Húsahaga fríggjakvøldið 3. februar
Í sambandi við Vetrarljós 2017, skipar Visit Tórshavn fyri einum túri niðan til vindmyllulundina í Húsahaga.
Túrurin verður fríggjadagin 3. februar
Kl. 19.00 fer bussur úr Steinatúni niðan í Húsahaga.
Koyrt verður út til myllurnar, har greitt verður frá teimum.
Aftan á verður farið inn í koplingarstøðina hjá SEV.
Okkurt gott verður til góman og Benjamin Petersen fer at spæla tónleik.
Uml. Kl. 21 koyrir bussurin oman aftur í Steinatún.
Tað er bert atgongd fyri tey, ið eru við bussinum, so tað ber ikki til at koma við egnum bili.
Tiltakið er ókeypis.
Tilmelding á tel: 30 24 25 ella á mail: [email protected] ella kom inn á gólvið hjá Visit Tórshavn í Steinatúni.
Tað er sera avmarkað atgongd, so tað er at skunda sær at melda til !
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald