Mentan

Vitjaðu aftur í Melfansá

...

2018-09-18 19:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dag vitjaðu systrarnar Maja, Ása, Rosa og Hansa Mona í Melfansá - vit tóku nakrar mydnir.

Í bókini Av fjalli at fjørustrond stendur:

Hjalmar Emil Frederik Hansen, f. 22.08-1902, var sonur Hans Petur Norden og Julionnu f. Jacobsen.

5. mars 1925 giftist Hjalmar við Armgarð Wenningstedt úr Havn, f. 11.12.1902, dóttir Hans Marius Jacobsen, lærara, og Sáru Sofíu Jacobsen úr Skálavík.

Tey búðu fyrst úti á Reyni í Havn, síðan búðu tey á Slættanesi. Fluttu til Vestmanna í 1929.

Hjalmar keypti tann partin í húsunum á Heynum, sum Dánjal Pauli Hansen átti, og tey fluttu hagar at búgva í 1937. Í 1948 fluttu tey til Sandavágs og búðu í húsunum norðuri við Melfansá, sum tey høvdu keypt frá Zakarisi í Haraldstovu. Í 1961 fluttu tey aftur til Havnar.

Hjalmar var sjómaður. Hann sigldi nógv sum kokkur. Var t.d. við Magiciennu, Haffarinum, Union Jack, Research, Riddaranum, Sjóløvuni og Doceu. Eisini var hann við trolarunum Norðbúgvanum, Venusi, Høgafossi og Stella Argusi.

Armgarð gekk í Realskúlanum í Havn og tók prógv haðan. Sum ung var hon skrivstovukvinna. Hon var læraravikarur á Slættanesi og eisini í Vestmanna.

Armgard doyði 25.05.1987, og Hjalmar doyði 27.05.1991. Tey eru bæðið jarðað í Havn.

Børn teirra vóru:

1. Hans Eli Hansen, f. 02.07.1925, g.v. Maren Kathrine Ingeborg (Ingu) Heinesen f. 29.12.1930, d. 06.12.2001, úr Sandavági, Tey búsettust í Sandavági.

2. Leivur Hjalgrim Hansen, f. 05.11.1926, d. 10.01.1927.

3. Martin Hjarlgrim (Gimmi) Hansen f. 10.07.1928, g.v. Alis Petersen úr Rituvík, f. 18.03.1936, d. 05.04.2006. Tey búsettust í Rituvík.

4. Sverri Sofus Hansen, navnaskifti: á Garðsendanum f. 25.08.1929, d. 26.04.2008. Sverri vaks upp hjá mostur síni í Skálavík. Hann giftist til Norðskála við Elinborg Petersen, f. 07.11.1941.

5. Leivur Julian Eskild Hansen, f. 04.09.1931, g.v. ??se Hansen, f. 23.04.1934 í Keypmannahavn. Tey búgva í Korsør.

6. Jóhannes Hansen, f. 05.12.1933, d. 20.07.2003,. Hann giftist til Hvalvíkar við Jacobu Hansen, f. 06.11.1940.

7. Maja Hansen, f. 14.09.1935, g.v. Hans Paula Danielsen, f. 21.09.1932 í Nólsoy. Tey búgva í Havn.

8. Ása Fanny Hansen, f. 19.09.1941. Hon giftist til Miðvágs við Jógvani Rasmussen, f. 17.02.1936. Tey búgva við Kirkjar í Miðvági.

9. Rosa Maria Hansen, f. 22.02.1943, g.v. Jensi Kjærbæk, f. 11.01.1940 í Sumba. Tey búsettust í Sandavági.

10. Hansa Mona Hansen, f. 18.11.1944. Hon giftist til Hvalvíkar við Jógvani Joensen f. 22.05.1935.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder