Mentan

Vísindavøku á ferð vitjar Tvøroyri

...

2016-09-13 10:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Granskingarráðið og granskingarstovnarnir skipa aftur í ár fyri tiltakinum "Vísindavøku á ferð" i døgunum 19. -29. september.

Ein røð av fyrilestrum verða kring alt landið, og tiltakið verður skipað soleiðis, at granskarin heldur ein fyrilestur í 30-45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak.
Endamálið er at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat fyri ferst á granskingarøkinum.
Vísindavøkan er opin fyri øll, og øll tiltøk eru ókeypis.
Soleiðis verður vitjað á Tvøroyri:

19. september

19.30 Trongisvágs skúli

Hvussu uppliva børn hjá foreldrum, ið eru rakt av sálarsjúku, sína tilveru

Kristianna Dam, Fróðskaparsetrið

26. september

19.30 Trongisvágs skúli

Í stovuni sofu, í køki komfýr. Føroyski bústaðurin fyrsta part av 20. øld.

Jóan Pauli Joensen, Fróðskaparsetrið

Sí alla skránna fyriVísindavøku á ferð 2016

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder