Aftur í ár skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir fyri Vísindavøku.
Á øðrum sinni fara vit at skipa fyri Vísindavøku á ferð. Vit hava boðið stovnum, fyritøkum, skúlum, feløgum o.ø. at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur uttan kostnað.Fleiri enn 50 fyrilestrar verða kring alt landið.
Sjálv Vísindavøkan verður fríggjadagin 30. september í Perluni og Reinsarínum. Endamálið er at kveikja áhugan fyri gransking og vísa, hvat fyri ferst á granskingarøkinum.
Nógv spennandi tiltøk verða til allar sansir. Framsýningar, stuttar framløgur um ymisk evni, spurnakappingar og samvirkin tiltøk, har tey vitjandi sleppa at síggja, nerta við, spyrja og hoyra um gransking. Í ár verða æll hesi tiltøk skipað kring frumevnini luft, jørð, eld og vatn.
Vísindavøkan er opin fyri øll, tó at tað krevst tilmelding til fyrilestrarnar fyrrapartin, sum serliga eru ætlaðir miðnamsskúlanæmingum.
Tiltøkini verða frá kl. 8 á morgni og til kl. 15.00, tá tað verður steðgur. Byrjað verður aftur kl. 17.30 og hildið verður fram til á leið kl.22.30
??ll tiltøk eru ókeypis.
Fyrilestrar á Fiskivinnuskúlanum:
Fyiskivinnuskúlin hevur fingið nakrar fyrilestrar í samband við "Vísindvøkuna á ferð 2016" (Meir fæst at vita um tiltakið á www.gransking.fo). Fyrilestrarnir verða hildnir í Auditorium á Fiskivinnuskúlanum.
Fyrilestrarnir eru hesir:
22. september
8.45 Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
Jarðvísindini handan oljuleiting; fyrireikingar til komandi oljuleitingarútbjóðingarumfør
Heri Ziska, Jarðfeingi
23. september
8.45 Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
Gransking og skrásetingar í seyðahaldi í Føroyum
Rólvur Djurhuus, Búnaðarstovan
29. september
10.00 Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
??ti og yngul á føroyska landgrunninum
Sólva Jacobsen, Havstovan
29. september
11.00 Fiskivinnuskúlin í Vestmanna
Føroyar sum arktiskt øki
Jim á Horni, Jarðfeingi
Kelda: Vestmanna.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald