2021-12-02 22:57
John Myllhamar:
Vís og vitug og ómyndingar
??? ... tú hevur loynt hetta fyri vísum og vitrum, og kunngjørt tað fyri ómyndingum!??? Matt. 11.
Ein svenskur prædikumaður helt eina einfalda, líkatil talu, og spekkaði hana við nógvum myndum og illustrasjónum. Aftan á møti var ein genta spurd, hvat henni dámdi taluna. ??? Hatta var ikki nøkur tala,??? svaraði gentan ???Eg skilti alt samalt.??? Hon var bara von við tungar og torskiltar útleggingar. Ofta vóru spurningar viðgjørdir á prædikustólinum, sum hon als ikki var upptikin av.
Nøkur prædikufólk brúka ofta truplar og torskiltar vendingar. Henda gentan var veruliga í einari torførari støðu. Hon kundi lættliga havt vent bæði Guði og tí kristnu kirkjuni bakið.
Slíkan einfaldan hátt at tala hevði Jesus eisini. Hann brúkti nógvar myndir úr gerandisdegnum. Hann talaði nærum ikki við menniskju uttan í líknilsum. Hann talaði ikki bara til forstandið, men til heila menniskja, bæði til tankar, hugflog, vilja og kenslur.
Tað sær út til at Jesus meinti at vanlig, einføld menniskju hava tær bestu fortreytirnar at skilja evangeliið. Í versinum omanfyri sigur hann: "Eg prísi tær, faðir, harri himna og jarðar, at tú hevur loynt hetta fyri vísum og vitrum, og kunngjørt tað fyri ómyndingum!".At vera ómyndingur ella einfaldur merkir ikki, at ein er tápuligur. Tað einfalda menniskja er opið og beint fram uttan fjalda ætlanir.
Eini góð ráð eru: Trúgv øllum Guðs orðið, men legg ikki í um tú ikki skilir alt samalt! Ver tann tú er! Er tú einfaldur, tá er tú á bíbilskari grund. Ver ikki sum prædikufólk, ið leggja dent á fín, fremmand orð fyri at vísa at tey eru lærd og klók. Hugsa ikki um evangeliið sum eina tunga og fløkta prædiku, sum tú ikki skilir! Gentan hevði fata tað rætt. Hon skilti alt samalt. Vit kunnu eisini skilja alt ??? alt, sum vit treingja til at skilja fyri at vera varðveitt hjá Guði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald