Mentan

Virkið Filmhús á Vestaru Bryggju

...

2021-10-22 13:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Síðani Filmshúsið lat dyrnar upp á fyrsta sinni er nógv virksemi sett í verk og fleiri fólk eru løgst afturat filmsvinnuni. ??tlanin var, at Filmshúsið bæði skuldi standa á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið, menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnuna í Føroyum í síni heild.


Tina í Dali Wagnar, ið er dagligur leiðari í Filmshúsinum sigur, at seinastu tíðina hevur Filmshúsið serliga lagt dent á førleikamenning av filmsvinnuni við at skipa fyri skeiðum og fyrilestrum. Talan er um skeið innan allar uppgávur í einari framleiðslu. Afturat hesum verður dentur lagdur á at røkka øðrum yrkisbólkum, eitt nú rithøvundum, teknikarum og sjónleikarum tó altíð í samstarvi við filmsfólkini.

Síðani Filmshúsið varð sett á stovn, eru fleiri fyrispurningar komnir uttan úr heimi frá framleiðslufeløgum, ið forvitnast eftir at upptaka í Føroyum. Tina í Dal Wagner hevur tikið stig til eina heimasíðu, har lokalar tænastur og upptøkustøð eru skrásett, umframt kunning um afturberingaskipanina.

Í oktober verður skipað fyri skeiði í leiklistafrøði. Tað er handritahøvundurin Lasse Lyed Rasmussen ið undirvísir. Tina í Dali Wanger greiðir frá, at Lasse L. Rasmussen er útbúgvin handritahøvundur frá Danska Filmsskúlanum og hevur verið partahøvundur á ein
ari rúgvu av sjónvarpssendingum m.a.The Rain, Gidselstagningen,Backstage, ArvingerneogDicte.Til ber at lesa meira um skeiðið og virksemið sum heild á heimasíðuni hjá filmshúsinum.

Filmshúsið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder